Forboð at selja vælumtóktu ræstkjøtaburgararnar

Forboð at selja vælumtóktu ræstkjøtaburgararnar
Nýggja og vælumtókta matstovan í Saksun, Streetfood, hevur nú fingið forboð frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni at selja burgarar við røstum kjøti
Mynd: Sunda Kommuna  
 
18.07.2018 - 12:28

Eigarin av matstovuni skrivar á Facebook í dag, at tey ikki longur sleppa at selja vælumtóktu matvøruna.

Fyrst seldi hann ræst kjøt, ið var innflutt úr Íslandi og ræsað í Føroyum, men í gjár fekk hann boð um at steðga við hesum.

Laila S. Jacobsen er deildarleiðari á matvørudeildini á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni og sambært henni, snýr tað seg um serligar reglur, sum eru galdandi fyri beinleiðis sølu av kjøti.

- Í Føroyum hava vit eitt serligt undantak fyri óløggilt kjøt, og tað er regulerað í einari kunngerð, sum bara letur undantak fyri føroyskar rávørur og ikki íslendskar, sigur hon. 

Síðani keypti matstovueigarin ræst kjøt frá føroyskari heilsølu, men heldur ikki tað slapp matstovan at selja, tí ivamál stungu seg upp um framleiðaran av kjøtinum.

- Heimaframleiðslukunngerðin setur nakrar treytir til at vera heimaframleiðari. Ein av hesum er, at tú hevur latið teg skrásett á einum lista, sum liggur á heimasíðuni hjá Starvstovuni. Tað, sum varð mær upplýst, var, at tað er ikki greitt, at viðkomandi varð skrásettur, sigur Laila S. Jacobsen frá Heilsufrøðiligu Starvsstovuni. 

Tað er Ruben Busk, sum eigur og rekur MATsmiðjuna Streetfood í Saksun. Við Dimma.fo sigur hann, at ræstkjøtaburgararnar góvu umleið 80% av søluinntøkuni. 

- So nú er alt grundarlagið undir fyritøkuni brotið sundur. Eg kann sjálvandi kanna, um eg kann fáa ræst kjøt aðrastaðni frá, men um eg ikki finni nakað, so verði eg nokk noyddur at steðga fyri í ár, sigur hann við Dimma.fo. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459