Kvinnur eru í nógv størri vanda at fáa KOL

Kvinnur eru í nógv størri vanda at fáa KOL
Ein kanning, ið granskarar á sjúkrahúsunum í Herlev og í Gentofte hava gjørt, vísir, at kvinnur, ið roykja, eru í nógv størri vanda at fáa KOL og aðrar álvarsligar lungasjúkur
Hjá kvinnum er vandin fyri at fáa KOL ella at doyggja av sjúku í andaleiðini tvífalt so stórur, sum hann er hjá monnum, um kvinnurnar roykja líka illa væl at merkja. 
Mynd: Shutterstock.com  
 
07.05.2025 - 13:52

Kvinnur eru í nógv størri vanda at fáa KOL og aðar álvarsligar lungasjúkur, tá tær roykja líka illa sum menn.

Tað vísir ein kanning, sum granskarar á sjúkrahúsunum í Herlev og í Gentofte hava gjørt við støði í einari aðari kanning, sum er gjørd í Herlev og á Eysturbrúgv, har 47.231 menn og 57.806 kvinnur vóru undir uppsýni í tíggju ár.

Tað skrivar Danmarks Radio á heimasíðu síni.

Og niðurstøðan er lemjandi.


Mynd: Shutterstock

 

Tvífalt so stórur vandi

Hjá kvinnum er vandin fyri at fáa KOL ella at doyggja av sjúku í andaleiðini tvífalt so stórur, sum hann er hjá monnum, um kvinnurnar roykja líka illa væl at merkja. 

- Kvinnur, sum roykja líka illa sum menn, blíva sjúkari av tí. Tað sæst serliga væl í samband við KOL og í samband við sjúkur í andaleiðini, sigur Shoaib Afzal, sum er professari og yvirlækni og ein av granskarunum aftanfyri kanningina, sum er kunngjørd í vísindaliga tíðarritinum Thorax.

Sambært danska lungafelagnum hava 400.000 danir Kol og í 90 prosentum av tilfeldunum er royking orsøkin.

- Kanningin eigur at fáa læknar at taka kynið við, tá tey meta um avleiðingar. Tí eigur illgruni um KOL at vera tikin nógv fyrr, tá tað snýr seg um kvinnur enn um menn. Eisini hóast nýtslan er avmarkað, tí sjálvt ein avmarkað nýtsla av tubbaki kann hava nógv størri skaðiliga ávirkan á kvinnur enn menn, sigur yvirlæknin.

Granskararnir hava ikki kannað hví tað er munur á, men teir meta, at anatomiskir munir í andaleiðini eru millum fremstu orsøkirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 31. oktober
Landsinnsavning hjá Reyða Krossi 2026
215711
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672