Turkaland vil boykotta ellutir frá USA

Turkaland vil boykotta ellutir frá USA
Turkiski forsetin svarar nú aftur ímóti tiltøkunum, sum USA hevur sett í gildi móti Turkalandi.
 
14.08.2018 - 15:18

Í røðu til turkiska fólkið ger Recep Tayyip Erdogan greitt, at Turkaland ætlar sær hvørki at slaka fyri amerikansku krøvunum og ei heldur at hokna undir nýggjastu tiltøkunum, sum vórðu sett í gildi í gjár.

Tvørturímóti ætlar Turkaland sær nú at boykotta ellutir, sum eru framleiddir í USA.

- USA hevur iPhone, men hinumegin er jú Samsung, sigur Erdogan og sipar til at Turkaland kann banna øllum innflutningi av iPhone og øðrum ellutum, sum USA framleiðir.

Í røðuni, sum varð hildin í Ankara í samband við 16 ára dagin fyri stovnanina av AKP-flokkinum, legði Erdogan dent á, at hann letur seg ikki trýsta av USA, men í staðin vil hann finna bæði búskaparligar og politiskar loysnir aðrastaðni enn hjá hinum NATO-londunum.

Erdogan mælir turkiska fólkinum til at veksla sínar dollarar um til turkiska gjaldoyra lira fyri á tann hátt at styrkja búskapin í landinum.

Tvær vikur eru nú síðani, at USA setti í verk tiltøk móti fleiri av turkisku ráðharrunum, og fríggjadagin legði amerikanski forsetin 50 % í innflutningstolli á alumininum og 20 % á stál úr Turkalandi.

Tiltøkini fremur Donald Trump, tí at Recep Tayyip Erdogan noktar at útflýggja amerikanska prestin Andrew Brunson, sum hevur sitið í húsavarðhaldi í Turkalandi síðsta hálvtannað árið undir illgruna fyri at hava verið við í kvettroyndini móti Erdogan á sumri í 2016.

Turkiski búskapurin er undir stórum trýsti. Seinasta árið er virðið á gjaldoyranum fallið meira enn 40 %, og fríggjadagin legði turkiska stjórnin fram eina bjargingarætlan, sum skal fáa búskapin á føtur aftur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 14. januar
Dansival
202653
Mikudag 14. januar
Skratsj 14. januar 2026
202650
Mikudag 14. januar
Ring munnrøkt kann elva til sjúku
202655
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 14. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202632
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498