Nógvir bóltar í luftini í dag

Nógvir bóltar í luftini í dag
Nógvur hondbóltur og fótbóltur er á skránni, og millum annað kann føroyameistaraheitið í fótbólti hjá monnum verða avgjørt
Nógvur fótbóltur og hondbóltur er kring landið í dag
Mynd: Savnsmynd  
 
23.09.2018 - 09:53

Fleiri hondbólts- og fótbóltsdystir verða spældir kring landið í dag. 

Á Skála spæla bæði kvinnu- og mansliðið hjá Stíf. Fyrst tekur kvinnuliðið í móti Stjørnuni úr Klaksvík, og síðani spæla menninir í móti KÍF. Í Vestmanna spæla kvinnuliðini hjá VÍF og Kyndli. 

VÍF og H71 vunnu

Tveir hondbóltsdystir vórðu eisini spældir í gjárkvøldið, tá Team Klaksvík tók í móti VÍF í Klaksvík, og kvinnuliðið hjá H71 tók í móti Neistanum.

VÍF vann dystin í Klaksvík 33-23, meðan H71 kvinnurnar vunnu sín dyst 28-24. 

Meistaraheitið kann verða avgjørt

Føroyameistaraheitið í fótbólti hjá  monnum kann verða avgjørt í dag, tá KÍ tekur í móti HB í Klaksvík.

Við einum javnleiki kann HB tryggja sær føroyameistaraheitið, hóast fýra umfør eru eftir í kappingini. 

Hinir dystirnir í landskappingini í fótbólti í dag eru:

Víkingur - Skála
AB - 07 Vestur
Suðringar - NSÍ
B36 - EB/Streymur. 

Tveir dystir í bestu kvinnudeildini verða eisini spældir í dag.

Grannauppgerð verður í Gundadali millum B36 og HB, og á Toftum tekur B68 í móti KÍ. 

Kringvarpið sigur frá fótbóltsdystinum millum KÍ og HB í Klaksvík í sendingini, Bólturin, sum byrjar eftir tíðindini kl. 14.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 2. september
Eitt korter við klassiskum
212603
Mikudag 2. september
Heilsuhornið
212604
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598
Týsdag 1. september
Veðrið
212572
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439