Landsrætturin staðfesti dómin

Landsrætturin staðfesti dómin
47 ára gamli Peter Madsen hevur fingið lívslanga fongsulsrevsing staðfesta í landsrættinum
 
26.09.2018 - 18:37

Landsrætturin hevur í dag staðfest dómin, sum 47 ára gamli Peter Madsen fekk í býrættinum í apríl mánað. 

Peter Madsen var dømdur lívs-langa fonsulsrevsing fyri at hava pínt og dripið svenska journalistin, Kim Wall, umborð á kavbáti sínum í august í fjør.

Peter Madsen segði í rættinum, at Wall doyði av skaða, men hann játtar, at hann sundurlimaði hana og tveitti likamslutirnar á sjógv í augustmánaði í fjør.

Landsrætturin hevur bara tikið støðu til revsingina.

Peter Madsen og verji hansara hava tikið til eftirtektar, at býarrætturin dømdi Peter Madsen  sekan, hóast hann ongantíð hevur játtað seg sekan í manndrápi.

Peter Madsen og verji hansara vildu hava landsrættin at áseta eitt áramál fyri revsingina.

Tað er sera sjáldsamt, at fólk verða dømd lívlanga fongsulsrevsing í Danmark, - seinstu 10 árini er tað bara hent tríggjar ferðir. 

Í  løtuni sita 25 persónar í fongsli í Danmark, sum eru dømdir lívlanga fongsulsrevsing.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 14. mai
RagnarRokk: Lajon Witherspoon um One
208243
Hósdag 14. mai
Guðstænasta í Vesturkirkjuni
208362
Hósdag 14. mai
Dylan 85 (2:4)
208360
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208373
Mikudag 13. mai
Andaktin - teknmálstulkað
208343