- Tíðindi, mentan og ítróttur
Grønland: Støðan er framvegis ógreið
Grønland: Støðan er framvegis ógreið
Politiska støðan í Grønlandi er framvegis ógreið, eftir at samgongan herfyri misti meirlutan

27.09.2018 - 10:24
Kim Kielsen, landsstýrisformaður, tosar í løtuni við Demokratarnar um at skipa nýggja samgongu, men enn er ógreitt, um tær røkka á mál.
- Vit samráðast framvegis, segði ein fámæltur Kim Kielsen, við Sermitsiaq, eftir samráðingarnar við Demokratarnir.
Hann ikki vildi greiða nærri frá, hvat partarnir tosaðu um, men at samráðingarnar halda fram.
- Vit hava avtala at hittast aftur, og tá fáa vit at síggja, hvør støðan er, segði Kim Kielsen við Sermitsiaq.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 24. september
RagnarRokk: Markus Grosskopf og Jan S. Eckert um A Rock´n´Roll Sensation
213250
Nýggjastu sendingar í SV























