Laksalúsakunngerðin brotin 30 ferðir

Laksalúsakunngerðin brotin 30 ferðir
Enn er alt ov nógv laksalús á føroysku firðunum, sæst á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni.
 
12.10.2018 - 09:56

Enn er alt ov nógv laksalús á føroysku firðunum. Tað sæst á heimasíðuni hjá Heilsufrøðiligu Starvstovuni, sum almannakunnger lúsateljingarnar, ið Fiskaaling ger. 

Í juni 2016 lýsti landsstýrismaðurin í vinnumálum eina kunngerð, sum lækkaði markið fyri, hvussu nógvar lýs eitt alibrúk kundi hava. Markið varð lækkað úr tveimum niður í hálva aðru kynsbúna kvennlús í miðal fyri fiskin. 

Men lúsakunngerðin, sum kom í gildi 28. juni í 2016, er brotin heilar 30 ferðir seinasta árið, sæst í yvirlitinum, sum Heilsufrøðiliga starvstovan almannakunnger á  heimasíðuni.

Í trimum førum er tað Marine Harvest, sum hevur meira enn hálva aðru lús í hvørjum laksi, og í øllum hinum førunum, tað vil siga 27 ferðir, hevur Bakkafrost ov nógva lús. 

Hiddenfjord, ella Luna, sum felagið eisini eitur, hevur hildið seg undir markinum, vísa tølini hjá Heilsufrøðiligu starvsstovuni fyri seinasta árið.

Seinastu tríggjar mánaðirnar er tað serliga alibrúkið hjá Bakkafrost í Árnafirði, sum er illa rakt av lús. 

Talið er tvífaldað hvønn mánað síðani august, og er tríggjar ferðir loyvda markið í oktober - tað er 4,9 kynsbúnar kvennlús í miðal fyri hvønn laks.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 19. mars
Morgunlestur hósdagur 19.mars 2026
205767
Mikudag 18. mars
Valkøn 18. mars
205846
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Trapputing í Klaksvík
205848
Mikudag 18. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205826
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810