Fólkatalið í Suðuroy minkar og minkar

Fólkatalið í Suðuroy minkar og minkar
Fólkavøkstur er í øllum føroyskum sýslum undantikið í Suðuroy, har fólkatalið heldur áfram at minka
Mynd: Beinta Løwe  
 
12.11.2018 - 12:45

Nýggjastu tølini frá Hagstovuni vísa, at fólkatalið tann 1. oktober var 51.095. Sostatt er fólkatalið vaksið við 824 fólkum síðani 1. oktober 2016, tað er gott og væl 1,6%.

Landafrøðiliga var munandi fólkavøkstur í øllum sýslum uttan Sandoyar og Suðuroyar.

Í Sandoyar sýslu er ein lítil vøkstur við 5 fólkum ella 0,4%. Í Suðuroyar sýslu er ein munandi minking við 28 fólkum ella 0,6%.

Sandoy og Suðuroy hava onki fingið úr fólkavøkstrinum síðstu árini

Síðani veturin 2013/14 hevur verið stórur árligur fólkavøkstur, sum sæst aftur í flestu høvuðsøkjum.

Tó eru tvey av økjunum dragnað afturúr: Sandoyar sýsla og Suðuroyar sýsla. Meðan fólkatalið er vaksið í øllum hinum høvuðsøkjunum, so hevur verið stillstøða í Sandoyar sýslu og beinleiðis minking í Suðuroyar sýslu síðstu fimm árini.

Verður hugt eftir gongdini í einstøku oyggjunum, er munandi fólkavøkstur í øllum teim stóru oyggjunum, tó lítil vøkstur í Sandoy og beinleiðis munandi minking í Suðuroy við 28 fólkum ella 0,6%.

Størsti vøkstur í miðstaðar- og eysturoyarkommunum

Tær størstu kommunurnar veksa mest í tali. Tórshavnar kommuna við 456, Runavíkar við 78 og Klaksvíkar við 72. Síðani miðalstóru kommunurnar, Nes við 56, Sunda við 43, Sjóvar við 41 og Eystur við 39 fólkum.

Serliga stórur vøkstur er í nøkrum bygdum á Skálafjørðinum, Toftir (í Nes kommunu) við 43 fólkum ella 5,4%, Strendur (í Sjóvar kommunu) við 41 fólkum ella 4,9% og Skála (í Runavíkar kommunu) við 27 fólkum ella 4,0.

Av smærri kommununum er lutfalsliga størsti vøkstur í Kunoyar við 3,5% og Eiðis við 2,5%.

Hinvegin var størsta minkingin í tali í Vágs, Tvøroyrar og Hvalbiar kommunum við ávikavist 24, 12  og 10 fólkum:

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 8. august
Hetta heilaga evangeliið skrivar
211685
Leygardag 8. august
Radio Stjernekilde - Partur 12
209139
Leygardag 8. august
Morgunlestur leygardagur
211509
Fríggjadag 7. august
Vikuskiftið 7 august 2026
211661
Fríggjadag 7. august
RagnarRokk: Frode Glesnes um Lifeblood
209147
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659
Mikudag 5. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211581
Týsdag 4. august
Veðrið
211558