Fíggjarmálaráðið hevur uppskot at leggja fram

Fíggjarmálaráðið hevur uppskot at leggja fram
Tingfundur, sum annars ikki var á skránni, verður í morgin, tí uppskot um eykafíggjarlóg skal leggjast fram
Tingfundur verður í morgin við framløgu á skránni. Møguliga verða nøkur álit klár at leggja fram í morgin.
 
28.11.2018 - 13:08

Fíggjarmálaráðið hevur biðið um tingfundin í morgin, tí uppskot skal leggjast fram um eykafíggjarlóg fyri 1.desember, sum er leygardagin.

Í eykafíggjarlógini eru fíggjarnevndarskjølini, sum eru játtað í fíggjarárinum. Hetta eru játtanir, sum ikki eru við í eykajáttanarlógum.

Í stýriskipanini stendir, at eykajáttanir, sum fíggjarnevndin hevur latið, skulu góðkennast við eykafíggjarlóg í seinasta lagi 31.desember sama ár. 

Landsstýrið hevur skyldu at leggja fram uppskot um hetta fyri 1.desember. 

Í hesum árinum hevur fíggjarnevndin viðgjørt og játtað tvey fíggjarnevndarskjøl. Tað var í juni. 

Annars skuldi tingfundur ikki vera aftur fyrr enn týsdagin 4.desember.

Nevndirnar hjá løgtinginum arbeiða hesa vikuna fyri at fáa øll málini frá hondini fyri jól.

Løgtingsformaðurin ætlar, at tingið fer í jólafrí 14.desember.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860