Flytifuglar 15. partur

/var/www/kvf/sites/all/themes/bootstrap_subtheme/entity_render/node--vit_utvarp.tema.tpl.php
Flytifuglar 15. partur
21-12-2018

Seinasta vit hoyrdu í jólakalendarasøguni var ein ótrúligur spenningur. Mai er stødd í jolluni og er sloppin so mikið útfrá, at Oda fær ikki fatur á henni. Oda ringir til Jason og biður hann koma beinanvegin. Men so startar motorurin í jolluni, og hon siglir avstað við dronginum, hon ætlar sær inn í bátahylin í Vestmanna, men so hoyrir hon bátamotor aftanfyri seg. Hon heldur, at tað ein bátur, sum kemur henni til hjálpar, men so er ikki, tað er Dream Catcher, ið eltir hana. Ístaðin fyri at fara inn í bátahylin, so fer hon beint inn í Fitjarbeach. Hon siglir so langt sum hon kann, og vassar upp á strondina og inn á vegin, har hon steðgar bussinum, drongurin er tungur at bera. Hon hevur ongar pengar, so hon sigur bara, at hon skal gjalda seinni, alt fyri, at hon sleppur avstað við bussinum sum skjótast. Tá ið bussurin steðgar í Kvívík, spyr hon eina konu, um hon kann lána telefonina. Konan gevur henni telefonina, og í somu løtu, stendur Jason har og sigur, at hon kann lána mína, innanfyri jakkan vísir Jason, Mai ein revolvara.