Kanna framvegis mál um manndráp

Kanna framvegis mál um manndráp
Tíðliga næsta ár fer løgreglan at taka støðu til, um ákæra skal reisast móti einum 23 ára gomlum manni
 
14.12.2018 - 19:59

Hann varð í juli í ár skuldsettur fyri at hava dripið 16 ára gomlu Mariu Fuglø Christiansen, - hon varð funnin deyð á sjónum við byrgingina í Hvannasundi í november 2012.

Kanningarnar í málinum viðførdu, at 23 ára gamli maðurin 11. juli 2018 varð skuldsettur fyri at hava dripið Mariu Fuglø Christiansen. Skuldsetti varð avhoyrdur og noktaði seg sekan, sigur løgreglan.

15. august í ár varð í tíðindaskrivi heitt á fólk, sum hildu seg vita okkurt um málið, at venda sær til løgregluna. 

Hetta førdi við sær, at løgreglan fekk nýggjar upplýsingar í málinum, og hon arbeiðir framvegis við at avhoyra hesi fólk. Enn er sera umráðandi at fólk, ið halda seg vita nakað um málið, venda sær til løgregluna, sigur Heri Andreassen, leiðari á kriminaldeildini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938