- Tíðindi, mentan og ítróttur
Havnin vertsbýur fyri stórari EM-kapping
4. til 6. januar verður EM fyri U16 landslið hjá gentum í flogbólti í Føroyum.
Tað er Flogbóltssambandið og Tórshavnar kommuna, sum í felag skipa fyri europameistarakappingini, ið verður í høllini á Hálsi.
Flogbóltssamband Føroya og Tórshavnar kommuna hava áður hýst bæði EM og HM-kappingum fyrr, men hesaferð verður talan um 6 lond, sum fara at dystast. Øll kappingin verður avgreidd í bara 3 dagar. Tórshavnar kommuna boðar í tíðindaskrivi frá, at annar parturin á høllini verður gjørdur um til dystarhøll, so sum vit kenna tað frá øðrum kappingum og steypafinaluni. Hin parturin av høllini verður venjingarhøll og nýtt til upphiting o.a. í sambandi við kappingina. Hetta verður tí eitt slag av próvtøku hjá øllum pørtum, tí so stór kapping á hægsta altjóða stigi hevur ikki verið í nýggju høllini áður.
- Vit hava góðar vónir í allar mátar og fegnast stórliga um, at vit enn einaferð kunnu hýsa EM-flogbólti í Føroyum” er Magnus Tausen, formaður í flogbólssambandinum endurgivin fyri at siga í tíðindaskrivinum.
EM í gentuflogbólti er ikki einasta stóra ítróttartiltak í januar.
Vikuskiftið 12. og 13. januar spæla manslandsliðini hjá Føroyum og Grønlandi venjingardyst móti hvørjum øðrum.
Grønland kemur til Føroya á venjingarlegu og í tí sambandi er avgjørt at londini spæla tveir venjingardystir.
Fyrri dysturin verður í Høllini á Hálsi í Havn og senni verður í høllini Vestmanna.