Føroyar sleppa at luttaka undir føroyskum flaggi

Føroyar sleppa at luttaka undir føroyskum flaggi
Í skrivi frá Europeisku Olympisku Nevndini 4. februar, verður niðurstøðan frá starvsnevndarfundinum í EOC 25. januar endaliga staðfest
European Youth Olympic Festival er annað hvørt ár, og er fyri ungar íðkarar 14-18 ár. Føroysku ítróttagreinarnar, sum kunnu luttaka hesuferð eru hondbóltur, judo, svimjing og flogbóltur
 
09.02.2019 - 11:49

Hetta merkir, at Føroyar sleppa at luttaka undir Føroyskum flaggi í teimum kappingum, sum EOC skipar fyri og har sum Føroyar hava altjóða limaskap. Talan er um European Games og European Youth Olympic Festival. Harafturat er ÍSF bjóðað við, sum eygleiðarar til Games of Small States of Europe í ár.

European Games er fjórða hvørt ár, við umleið 6.000 íðkarum. Í ár verður kappingin 21. til 30. juni í Minsk í Hvítaruslandi. Føroysku ítróttagreinirnar, sum kunnu luttaka hesuferð eru bogaskjóting, badminton, judo og borðtennis.

European Youth Olympic Festival er annað hvørt ár, og er fyri ungar íðkarar 14-18 ár. Talið av íðkarum er umleið 3.600. Í ár verður kappingin í Baku í Aserbadjan 21. til 27. juli. Føroysku ítróttagreinarnar, sum kunnu luttaka hesuferð eru hondbóltur, judo, svimjing og flogbóltur.

Vóna at kunna luttaka í 2021

Games of Small States of Europe er annað hvørt ár, og er fyri lond við færri enn einari mllión fólkum. Umleið 1.000 íðkarar eru partur av hesari kapping. ÍSF er bjóðað við sum eygleiðari til leikirnar í 2019, sum verða í Montenego 27. mai til 1. juni.

Tað er okkara vón, at Føroyar sleppa at luttaka í leikunum í 2021. Limalondini í Games of Small States of Europe eru Monaco, Cyprus, Andorra, Malta, Luxemburg, Ísland, Liechtenstein, San Marino og Montenegro.

- Hetta er eitt risa frambrot í strembanini, at vinna okkum altjóða viðurkenning innan ítrótt, herundir limaskap í IOC, Altjóða Olympisku Nevndini, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

- Avgerðin gevur okkum mót uppá at halda áfram við arbeiðinum, at tryggja øllum okkara ítróttagreinum altjóða viðurkenning og harvið møguleikan, at kappast støðugt í altjóða kappingum, leggur Elin Heðinsdóttir Joensen afturat.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 21. november
Jambalaja - 211126
216767
Leygardag 21. november
Upp á tá - 201126
216763
Fríggjadag 20. november
Vikuskiftið 20 nov 2026
216752
Fríggjadag 20. november
LEITISSTEIN 20.11.2026 (Linda Andrews)
216750
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 20. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216714
Fríggjadag 20. november
Veðrið
216748
Hósdag 19. november
Veðrið
216688
Hósdag 19. november
Silja millum strokini
216631
Mikudag 18. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216592