Ikki kappingaravlaging at leggja handlar saman

Ikki kappingaravlaging at leggja handlar saman
Tað er ikki kappingaravlagandi, at Borg og Havnar timburhandil leggja saman, sigur Kappingareftirlitið
Nógv tmbur verður brúkt í Føroyum. 22 prosent verða innflutt uttan um timburhandlarnar.
 
27.02.2019 - 12:56

Tað er ikki kappingaravlagandi, at Borg og Havnar timburhandil leggja saman.

Kappingareftirlitið hevur góðkent, at partafelagið Borg keypir partafelagið Havnar Timburhandil.

Kappingareftirlitið kannaði, um samanleggingin er í tráð við kappingarlógina, tí umsetningurin hjá feløgunum báðum er oman fyri mørkini í lógini.

Eina viku fyri jól í fjør boðaði P/f Borg frá í tíðindaskrivi, at felagið hevði keypt P/f Havnar Timburhandil. 

Keypið góðkent

Keypið varð sent Kappingareftirlitinum til góðkenningar.

Kappingareftirlitið sigur, at eftir samanleggingina hevur Borg 25 til 30 prosent av marknaðinum í Føroyum. Borg hevði 20 til 25 prosent. 

Havnar timburhandil hevði 5 til 10 prosent.

Kappingareftirlitið sigur, at næstan ein fjórðingur, 22 prosent, av timbrinum, sum kemur til Føroya, fer uttan um timburhandlarnar beinleiðis til byggivinnuna ella aðrar brúkarar. 

Timburhandlarnir í Føroyum kappast tí eisini við tey, sum selja timbur uttanlands, sigur Kappingareftirlitið.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Sunnudag 15. november
Filosofiskur 8.partur
216351
Leygardag 14. november
TEMAPLÁTAN 40: 'Fahrenheit', Toto, 1986
215932
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Sunnudag 15. november
Talvið um Tinganes (2:2) - teknmálstulkað
216435
Sunnudag 15. november
Andakt
216426
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392