Opinleikin má ikki skerjast

Opinleikin má ikki skerjast
Føroysk Miðlafólk heitir nú á løgtingið um ikki at skerja innlitið í almennu fyrisitingina.
 
10.03.2019 - 14:30

Felagið Føroysk Miðlafólk hevði farna vikuskiftið aðalfund.

Á fundinum blivu umrødd tvey aktuell mál, ið skerja opinleikan í almennu fyrisitingina, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Annað dømi er ætlanin hjá Fiskimálaráðnum at skerja lógina um alment innlit, tá talan er um lógina um sjófeingi, ítøkiliga í sambandi við menningarkvoturnar. 

- Tað má vera ein sjálvfylgja, at borgarar og miðlar fáa fult innlit í, hvussu ogn Føroya fólks verður umsitin og útlutað, skrivar felagið. 

Hitt aktuella dømi, sum felagið nevnir, er, hvussu formansskapurin í løgtinginum hevur tikið aftur møguleikan at fáa innlit í, hvussu løgtingslimir brúka tær 30.000 krónurnar, sum tey á hvørjum ári fáa til førleikamenning.

Føroysk Miðlafólk heita í hesum sambandi á Føroya Løgting um at virða opinleikan og verja fólkaræðið, so borgarar hava fullgóðan møguleika at hava eftirlit við, hvussu skattaborgarans peningur verður brúktur og landsins virði umsitin, skrivar felagið í fráboðan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386