Val í Norðurkorea

Val í Norðurkorea
Í dag er val í Norðurkorea, og tað gongur fyri seg upp á ein heilt serligan hátt.
 
10.03.2019 - 13:05

Í dag fara milliónir av fólki í Norðurkorea í valhølini. 

Fimmta hvørt ár er val til parlamentið í Norðurkorea, sum telur 687 limir. Hetta valið kemur stutt eftir, at norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-Un og amerikanski forsetin, Donald Trump, hittust á fundi fyri aðru ferð. 

Í Norðurkorea verður tað sæð sum ein borgaraskylda at fara á val, og tí plagar valluttøkan at liggja um 99 prosent ella har á leið. Hetta er tó eitt val, sum í realitetinum hevur lítla ávirkan.

Valið gongur ikki fyri seg á sama hátt, sum vit kenna frá flest øðrum londum, har til ber at seta kross við eitt valevnið á listanum. Í Norðurkorea eru valevnini frammanundan vald av Arbeiðaraflokkinum í Korea og øðrum smærri samstarvsflokkum. 

Ein mynd og stutt kunning um valevnini verða kunngjørd áðrenn sjálvan valdagin, og á valstaðnum fáa veljarar atkvøðuseðil við navninum hjá tí lokala valevninum. Góðtekur veljarin valevni, skal seðilin latast innaftur. Um veljarin ikki góðtekur valevnið, verður navnið strikað, áðrenn atkvøðuseðilin verður latin inn.

Hóast veljararnir teoretiskt sæð kunnu strika navnið á valevninum, so hendir tað sera sjáldan. 

- Ein strikaður atkvøðuseðil vil næstan vil vissu merkja, at loyniliga politiið kemur eftir tær, og síðani verður tú lýstur at vera sálarsjúkur, sigur ein serfrøðingur í Norðurkorea við bretska BBC.

Valhølini lótu upp klokkan 10 í morgun, og roknað verður við, at hurðarnar til valhølini lata aftur einaferð seint í kvøld.

Sambært tíðindastovuni AP plaga orkestur at spæla tónleik, meðan veljararnir standa í røð fyri at sleppa inn at atkvøða. Síðani plagar ein bólkur at dansa fyri teimum, sum longu hava atkvøtt.

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 1. februar
EM-tíðindi - 1. feb 2026
203550
Sunnudag 1. februar
Ættirnar syngja og suða
203544
Sunnudag 1. februar
Bolero
203545
Sunnudag 1. februar
Gudstænasta í Sjóvar kirkju
203546
Sunnudag 1. februar
Akademia: Umhvørvisetikkur
203519
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 1. februar
Møti umborð á Ango
203563
Sunnudag 1. februar
Andakt
203561
Fríggjadag 30. januar
Veðrið
203507
Hósdag 29. januar
Anna Maria 1807
203450