Søkja nú eftir blaðstjóra

Søkja nú eftir blaðstjóra
Dimmalætting søkir nú eftir nýggjum ábyrgdarblaðstjóra til blaðið
 
14.03.2019 - 10:53

Føroya elsti miðil, Dimmalætting, søkir nú eftir nýggjum ábyrgdarblaðstjóra til blaðið eftir at undanfarni blaðstjórin segði seg úr starvinum um ársskiftið.

Nýggi blaðstjórin skal millum annað vera við til at menna tilfarið, vísa á nýggjar leiðir og megna at flyta virkisøkið hjá blaðnum "fram á leið", sum tað stendur í starvslýsingini.

Ein av uppgávunum, hjá nýggja ábyrgdarblaðstjóranum á Dimmalætting, verður eisini at skipa tann redaktionella partin hjá blaðnum av nýggjum.

Seinasti ábyrgdarblaðstjórin á Dimmalætting, Georg L. Petersen, var stjóri á blaðnum árini frá 1995-2002 og aftur frá 2015 til fyrst í hesum árinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025