Kyndil eitt fet nærri finaluni

Kyndil eitt fet nærri finaluni
Neistin skal vinna sunnudagin, um teirra vón um finalupláss skal halda.
Rúni Dam
22.03.2019 - 19:44

Kyndil hevur vunnið sær ein fyrimun í kappingini um at koma í FM-finaluna í hondbólti hjá monnum. Fyrsta hálvfinalan millum Kyndil og Neistan var jøvn, men tað endaði við, at Kyndil vann 24-21, og tí skal Neistin vinna sunnudagin, um teirra vón um finalupláss skal halda.

Sunnudagin spæla bæði H71 og VÍF - og Neistin og Kyndil aftur FM hálvfinalur. Dysturin í Hoyvíkshøllini byrjar kl. 16, meðan dysturin í stórhøllini í Havn byrjar kl. 18. Kringvarpið stroymir báðar dystirnar, leinki verða á kvf.fo. 
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 29. oktober
RagnarRokk: Jorn Lande um From The Dark
214436
Hósdag 29. oktober
Nýtt ljóð
215605
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Hósdag 29. oktober
Veðrið
215602
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541