Eysturevropeisk mótstøða

Eysturevropeisk mótstøða
Føroyar skulu møta eysturevropeiskum londum í EM-undankappingini í hondbólti
04.04.2019 - 18:21

Føroyska kvinnuhondbóltslandsliðið kom í bólk sjey í EM-undankappingini.

Mótstøðulondini vera Rumenia, Ukraina og Pólland.

Rumenia var styrkismett ovast. Tær endaðu á fjórða plássi í EM-endaspælinum í Fraklandi í fjør.

Stóra stjørnan hjá Rumenia er bakkurin, Cristina Neagu.

Hon varð kosin heimsins besti spælari í 2010,2015 og í 2016.

Kappingin er skipað við heima- og útidystum. Føroyar skulu tí spæla seks undankappingardystir.

Dystirnir verða spældur í september í ár og í mars og mai í næsta ár.

Trý lond spæla seg víðari úr hvørjum bólki.

Evropameistarakappingin verður í Noregi og Danmark í desember í 2020.

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775