- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eykajáttan til grøna orku fór til gjaldføri
Ein umbøn um eina eykajáttan til eina grøna orkuskipan til Marknagilsdepilin í 2016, tóktist heldur at verða ein umbøn um at fáa størri gjaldføri til byggingina av Marknagilsdeplinum.
Tað er ein av niðurstøðunum í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðanini um byggingina av Marknagilsdeplinum.
Í 2016 var tøka játtanin til Markngagilsdepilin 120 milliónir krónur. Í mai 2016 varð játtanin í fíggjarlógini lækkað við 17 milliónir krónur úr 41 niður í 24 milliónir krónur. Saman við framfluttari játtan var nýtslan 100,3 milliónir krónur.
>> SÍ EISINI Løgtingsgrannskoðararnir átala í eystur og vestur
Í sambandi við viðgerðina av fíggjarlógini fekk Fíggjarnevndin, eftir umbøn, eina dagførda kostnaðarætlan, sum vísti, at møguligt var at halda fíggjarætlanina, um nakrar sparingar vórðu framdar.
Í mai 2016 viðgjørdu Mentamálaráðið og Landsverk, at greiða mátti fáast á, hvør grøn orkuloysn skuldi veljast. Tað kann tykjast misvísandi at lækka játtanina, samstundis sum arbeitt verður við at leggja størri útreiðslur í prosjektið, skrivar Landsgrannskoðanin.
15. august 2016 var landsstýrismaðurin komin til, at ein jarðhitaskipan var grønasta loysnin fyri Skúladepilin við Marknagil. Neyðugt var, at fáa materiellu heimildina til vega at halda eina útreiðslu uppá 13,4 milliónir krónur til eina jarðhitaskipan áðrenn ultimo august, “annars kundi seinkingin dýrka byggingina og útseta skúlabyrjanina”.
>> SÍ EISINI Les meira: Her er øll frágreiðingin um Glasir
Í oktober 2016 varð upphæddin í verklagslógini broytt til 523 milliónir krónur, tí grøn hitaloysn við jarðhita og fjarhita skuldi útvegast til bygningin. Fíggjarnevndin mælti 28. oktober 2016 frá at játta pening til støðlingar. Upphæddin bleiv ikki játtað í fíggjarlógini.
Tó at biðið varð um, at eykajáttanin skuldi viðgerast við undantaki frá tíðarfreistum í Tinginum í august 2016, vórðu bert slakar 500.000 krónur brúktar til grønar orkuloysnir í 2017 sambært Búskaparskipan landsins, stendur í frágreiðingini hjá Landsgrannskoðaini.
Og so skrivar Landsgrannskoðanin:
"Okkara niðurstøða er, at umbønin um eykajáttan var ikki grundað á eina veruliga meting av, at upphæddin til grøna orkuloysn fór at mangla í, fyri at bygningurin kundi gerast liðugur og hitast við grønari orku. Hækkingin líkist heldur einari umbøn um at fáa størri likividitet til byggingina."