Harvard sleppur ikki at hava útlendsk lesandi

Harvard sleppur ikki at hava útlendsk lesandi
Avgerðin hevur eisini við sær, at útlendingar, sum longu eru á Harvard, noyðast at flyta á annað universitet
Í løtuni eru umleið 6.800 lesandi á Harvard útlendingar, ella umleið 27 prosent. 
Mynd: AFP/Ritzau Scanpix  
 
23.05.2025 - 11:24

Lærdi háskúlin Harvard Í USA hevur mist rættin at taka móti lesandi úr øðrum londum.

Tað sigur Kristi Noem, sum er ráðharri í innríkistrygdarmálum.

Avgerðin hevur eisini við sær, at útlendingar, sum lesa á Harvard, noyðast at flyta á annað universitet, ella missa tey uppihaldsloyvið. 

Kristi Noem sigur, at Harvard hevur verið við til at "fremja harðskap, antisemitismu og at samskipa við kinesiska kommunistaflokkin á økinum við lærda háskúlan." 

Sambært Reuters hava talsfólk fyri Harvard sagt, at avgerðin er ólóglig, og at tey ætla sær at varðveita rættin at hava útlendsk lesandi.

Í løtuni eru umleið 6.800 lesandi á Harvard útlendingar, ella umleið 27 prosent. 

 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. oktober
Nýtt ljóð
215223
Hósdag 22. oktober
Eitt korter við jazzi 22. oktober 2026
215211
Hósdag 22. oktober
Breddin: Føroysk hjálp til Ukraina
215198
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 22. oktober
Veðrið
215237
Hósdag 22. oktober
Tá týskurin bumbaði Klaksvík
215155
Mikudag 21. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215120
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053