Størri glopp nú millum innflutning og útflutning

Størri glopp nú millum innflutning og útflutning
Størri glopp er millum útflutning og innflutning í tíðini frá 1. mars í fjør til 1. mars í ár enn tað var í 2018
Innflutningurin nærkast útflutninginum í krónum
 
17.04.2019 - 12:58

Útflutt var fyri 305 milliónir krónur meira enn innflutt varð fyri í fjør. Samanborið við 2017 vaks innflutningurin og útflutningurin minkaði í 2018

Men frá mars í fjør til mars í ár er munurin størri millum innflutning og útflutning. Hann er nú 709 milliónir krónur. 

Men í hesum tíðarskeiði stóð útflutningurin í stað, men innflutningurin vaks tíggju prosent. Munurin er minkaður nógv seinastu árini.

Í 2017 var útflutningurin eina milliard og 384 milliónir krónur størri enn innflutningurin. Í 2016 var hann uppaftur størri. Tá var hann ein milliard og 420 milliónir krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 17. august
Poppverturin 12
208466
Mánadag 17. august
Fótbóltsprát: Troyttir KÍ'arar
211911
Mánadag 17. august
RagnarRokk: Patrick Prochiner um Desolation
209148
Sunnudag 16. august
Tónleikur í 13 øldir (7:10)
210351
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 17. august
Veðrið
211923
Leygardag 15. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211870
Fríggjadag 14. august
Veðrið
211847
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744