Andrias Høgenni til Cannes at kappast

Andrias Høgenni til Cannes at kappast
Stuttfilmurin "Ikki illa meint" hjá Andriasi Høgenni, er tilnevndur í kappingini fyri stuttfilmar á filmsfestivalinum í Cannes í ár
Filmsfestivalurin í Cannes verður í døgunum 15. til 23. mai. Andrias Høgenni hevur fleiri ferðir vunnið føroysku filmsvirðislønina Geytan
 
22.04.2019 - 10:20

WE ARE GOING TO CANNES!!!

Soleiðis skrivar ein sera fegin Andrias Høgenni á facebook, eftir at tað er almannakunngjørt, at stuttfilmur hansara "Ikki illa meint" er tilnevndur í kappingini fyri stuttfilmar á 58. filmsfestivalinum í Cannes. Festivalurin verður í mai, og tað er fyrstu ferð, at ein føroyskur filmur er við í kappingini. Festivalurin í Cannes verður roknaður sum týdningarmiklasti filmfestivalurin í Europa. 

- Eg eri avbera fegin fyri møguleikan, skrivar Andrias Høgenni og takkar øllum teimum, sum høvdu við filmin at gera. Andrias Høgenni leikstjórnaði "Ikki illa meint" sum part av filmsútbúgving sínari. 

Tú sært eitt brot av filminum niðan fyri her.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 14. november
Upp á tá - 131126
216412
Fríggjadag 13. november
Vikuskiftið 13 nov 2026
216396
Fríggjadag 13. november
LEITISSTEIN 13.11.2026 (Anna Katrin Egilstrøð)
216384
Fríggjadag 13. november
Tekstur til tónleik: Vald
216134
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Fríggjadag 13. november
Veðrið
216392
Fríggjadag 13. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216364
Hósdag 12. november
Veðrið
216328