SAS-verkfall: 673 avlýsingar - eisini í Føroyum

SAS-verkfall: 673 avlýsingar - eisini í Føroyum
Verkfallið hjá flogskiparunum hjá SAS í Norðanlondum ávirkar eisini føroysku flogrutuna, sum er avlýst.
 
26.04.2019 - 06:19

Flogskipararnir hjá SAS í Norðurlondum eru farnir í verkfall, og tað ávirkar eisini føroysku flogrutuna.

SAS-flogfarið, sum skuldi lenda í Vágum á døgurða, er avlýst.

Fráferðin úr Vágum ein tíma seinni er tí eisini avlýst, stendur á yvirlitinum hjá Vága Floghavn.

Langt frá hvørjum øðrum

Samráðingarnar millum flogfelagið og umboð fyri flogskipararnar í ávíkavist Danmark, Noregi og í Svøríki vardu alla náttina, men steðgaðu í morgun.

 - Vit eru langt frá hvørjum øðrum, staðfesti næstformaðurin fyri Danska Flogskiparafelagið Henrik Thyregod, tá hann kom út úr samráðingarhølunum í morgun, sambært Danmarks Radio.

Umframt lønarhækkan krevja teir 1500 flogskipararnir betri innlit í og størri ávirkan á arbeiðstíðirnar - serliga um vikuskifti.

SAS hevur avlýst  673 fráferðir í Skandinavia dag, eini 72.000 ferðafólk eru rakt av verkfallinum, harímillum eisini føroyingar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928