Andstøðan vil broyta lóg um fisk hjá landsstýrinum

Andstøðan vil broyta lóg um fisk hjá landsstýrinum
Andstøðan tekur nú undir við einum lítlum parti í uppskotinum hjá Høgna Hoydal um broytingar í lógini um sjófeingi
Rætturin at fiska við Eysturgrønland skal ikki á uppboðssølu, sigur andstøðan.
 
02.05.2019 - 12:28

Andstøðan tekur nú undir við einum lítlum parti í uppskotinum hjá Høgna Hoydal um broytingar í lógini um sjófeingi.

Vinnunevndin hjá løgtinginum hevur skrivað nýtt álit um lógaruppskotið.

Meirilutin, sum eru umboðini hjá andstøðuflokkunum Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum og Sjálvstýri, sigur, at tað hevur skund at fáa samtykt, at ófiskaðar kvotur í fjør kunnu flytast til í ár.

Eisini hevur tað skund at fáa samtykt, at uppboðssøla av fiskirættindum í Eysturgrønlandi verður strikað.

Meirilutin metir, at alt annað í uppskotinum hjá Høgna Hoydal kann bíða til seinni í ár. 

Meirilutin hevur tí broytingaruppskot samsvarandi hesum.

Samgongan

Nevndarlimirnir hjá Tjóðveldi og Javnaðarflokkinum taka undir við uppskotinum, men hava tó nøkur broytingaruppskot.

Samgongan vísir á, at lógaruppskotið loyvir, at menningarkvotur verða fluttar frá ári til árs.

Óbrúktu menningarkvoturnar í fjør kunnu ikki flytast, tí, sum er, er eingin lógarheimild fyri tí.

Onnur viðgerð byrjaði í gjár, og hon heldur fram í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 27. oktober
Veðrið
215479
Mánadag 26. oktober
Veðrið
215405
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339