SAS-verkfall av: Mugu rokna við seinkingum

SAS-verkfall av: Mugu rokna við seinkingum
Verkfallið í stóra norðurlendska flogfelagnum, SAS, er av, og í dag fara flogførini aftur at flúgva sum vant
 
03.05.2019 - 07:29

Ósemjan snúði seg um arbeiðstíð, vaktarskipaninar og lønina, og eitt uppskot til semju varð gjørt, sum bæði flogfelagið og flogskipararnir góðkendu.

Flogskipararnir fáa eina lønarhækkan, sum er millum 10 og 11 prosentstig í trý ár, og onnur viðurskifti, sum eitt nú arbeiðstíðir og vaktarskipanir verða betri, siga flogskipararnir.

Stjórin í SAS, Lars Sandahl Sørensen, sigur seg vera nøgdan við avtaluna, men hann er ikki nøgdur við at felagið í nærum eina viku hevur verið darvað í sínum virksemi við nógvum avlýsingum og at nógv ferðafólk ikki eru sloppin við flogførunum.

Mugu rokna við seinkingum

Lars Sandahl Sørensen sigur, at fólk mugu rokna við seinkingum, nú øll flogførini skulu aftur á veingirnar. Flogskipararnir fóru í verkfall fríggjadagin í farnu viku, eftir at samraðingarnar ímillum partarnar slitnaðu.

Síðani tá hevur SAS avlýst alla flúgving, og felagið roknar við, at yvir 300.000 ferðafólk merktu verkfallið, skrivar danska kringvarpið, DR.

Tað var norski semingsmaðurin, sum stóð á odda fyri semingsroyndini, sum byrjaði mikudagin, og endaði við semju í gjárkvøldið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk:Marius Karlsen um Obsidian Cult
204924
Fríggjadag 27. februar
Breddin: Politisku ungmannafeløgini og valini
204931
Fríggjadag 27. februar
Beinleiðis úr Studio 5 - Adrenaline
204922
Fríggjadag 27. februar
RagnarRokk: Samuel Ervin Beam um Hen´s Teeth
204876
Fríggjadag 27. februar
Morgunlestur fríggjadagur 27.februar 2026
204599
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 27. februar
Veðrið
204947
Fríggjadag 27. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204916
Hósdag 26. februar
Brellbiti: Hoydalar
204735
Hósdag 26. februar
Bjarki: Summar
204811
Hósdag 26. februar
Filip: Ein glotti fyri framman
204812