KÍ er ájavnt metið fyri flest stig

KÍ er ájavnt metið fyri flest stig
Einki felag hevur nakrantíð fingið meira enn 23 stig fyri fyrsta triðingin í landskappingini
 
14.05.2019 - 08:20

Oddaliðið, KÍ, vann í gjár sjeynda sigurin á rað, tá teir vitjaðu Skála.

KÍ vann 1-0 við máli frá Jákupi B. Andreasen, men sigurin var meira sannførandi enn so, tí gestirnir høvdu møguleikar til nógv fleiri mál og brendu eisini eitt brotsspark.

Sigurin tekur KÍ upp á 23 stig, og tað er ájavnt metið fyri flest stig fyri níggju dystir í landskappingini.

Trý feløg hava fyrr fingið 23 stig fyri níggju teir fyrstu dystirnar. Tey endaðu øll við at blíva føroyameistari.

Í 2008 hevði EB/Streymur 23 stig fyri fyrsta triðingin. Teir endaðu tá kappingina ovast við 55 stigum.

Í 2013 var tað HB, sum vann sær 23 stig fyri fyrstu níggju dystirnar. HB vann tá FM við tilsamans 54 stigum.

Síðst eitt felag hevði 23 stig fyri fyrsta triðingin var í 2014. B36 endaði tá eisini við at blíva føroyameistari. Teir vunnu kappingina við 61 stigum.

KÍ hevur ongantíð áður havt so nógv stig fyri níggju dystir. Í 2017 og í 2018 hevði KÍ 19 stig fyri níggju dystir, sum er tað mesta.

Í fjør setti HB met fyri flest stig nakrantíð, tá kappingin var liðug. HB endaði ovast við 73 stigum. HB vann sær 22 stig í fyrsta triðinginum í fjør.

Í tíggjunda umfari spælir oddaliðið, KÍ, ímóti HB í Gundadali.

Støðan:

1.KÍ 23 stig
2.NSÍ 19 stig
3.B36 18 stig
4.Víkingur 17 stig
5.Skála 15 stig
6.HB 15 stig
7.TB 8 stig
8.EB/Streymur 7 stig
9.ÍF 4 stig
10.AB 3 stig

Tíggjunda umfar

Fríggjadagin ÍF-Víkingur
Fríggjadagin Skála-B36
Sunnudagin AB-TB
Sunnudagin HB-KÍ
Sunnudagin EB/Streymur-NSÍ

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. juni
Bolero
210236
Sunnudag 28. juni
Guðstænasta í Rituvíkar kirkju
210233
Leygardag 27. juni
Morgunlestur leygardagur 27.juni 2026
209944
Leygardag 27. juni
Radio Stjernekilde - Partur 6
209135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. juni
Veðrið
210218
Fríggjadag 26. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210202
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107