Ferðafólk fiska og taka fiskin við sær av landinum

Ferðafólk fiska og taka fiskin við sær av landinum
Ein nýggjur táttur í fiskiskapi við Føroyar er komin undan kavi í spurningi til landsstýrismannin í fiskivinnumálum
Kári P. Højgaard spyr um fiskiskap hjá ferðafólki
 
29.05.2019 - 12:14

Kári P. Højgaard, løgtingsmaður, spyr Høgna Hoydal um fiskiskap hjá útlendskum ferðafólki.

Løgtingsmaðurin spyr millum annað, um fiskiloyvi verður kravt frá útlendingum, tá teir fiska ella rógva út í Føroyum.

Hann spyr eisini, um fiskiskapurin hjá útlendingum verður skrásettur, so hann er við í hagtølunum um fiskiskap í føroyskum sjógvi.

Útlendingar rógva út

Kári P. Højgaard sigur, at hann í fjør heyst gjørdi landsstýrismannin í fiskivinnumálum varugan við, at hann hevði fingið at vita frá einum suðuroyingi, at útlendingar leigaðu sær bát at rógva út avmarkað tíðarskeið. 

Teir vóru væl útgjørdir, arbeiddu fiskin sjálvir og høvdu fiskin við sær av landinum. Hetta endurtekur seg í ár, sigur Kári P. Højgaard og vísir til grein á Vágaportalinum.

Tá útlendingar koma higar við reiðskapi og frystiútgerð og royna í nógvar dagar, má talan vera um vinnuliga veiðu, sigur Kári P. Højgaard. Hann leggur afturat, at er talan um ólógliga veiðu, má hon steðgast.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. januar
Veðrið
202610
Týsdag 13. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
202571
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497