Løgfrøðiligur formaður hjá evropeiskum fótbólti

Løgfrøðiligur formaður hjá evropeiskum fótbólti
Full semja var í nevndini hjá UEFA, tá hon valdi Christian Andreasen, forseta í Fótbóltssambandinum, til formann í lógarnevndini hjá samgonguni
Christian Andreasen er valdur til formann í lógarnevndini hjá UEFA.
 
04.06.2019 - 12:51

Tað var full semja í nevndini hjá evropeisku fótbóltssamgonguni UEFA, tá hon valdi Christian Andreasen, forseta í Fótbóltssambandinum, til formann í lógarnevndini hjá samgonguni.

Christian Andreasen, sum var varaformaður í nevndini, tekur við eftir danan Jesper Møller.

Legal Committee, lógarnevdin hjá UEFA, viðger allar tungar lógarspurningar, eitt nú viðtøkubroytingar. 

Serliga í ES-lóggávu eru nógv ivamál og ósemjur, sum nevndin fylgir við í.

Christian Andreasen hevur verið í lógarnevndini hjá UEFA í fýra ár. Í nevndini eru 21 limir úr 21 londum. 

Nevndin skal millum annað meta um løgfrøðilig viðurskifti viðvíkjandi fótbólti og geva UEFA og limalondunum ráð um tey.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928