Luftin í erva neyvan føroysk í bræði

Luftin í erva neyvan føroysk í bræði
Eingin dagur nevndur í svari hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, til Ruth Vang, løgtingskvinnu, sum spurdi, nær ovara loftrúmið verður yvirtikið
Alt niðara loftrúmið verður umsitið á flogvøllinum í Vágum frá 1. januar 2020
 
28.06.2019 - 13:39

Samráðingar skulu vera millum Føroyar og Danmark og Ísland, sum umsitur loftrúmið nú.

Ole Birk Olesen, sum var ferðslumálaráðharri til í gjár, játtaði fyri stuttari tíð síðani at umrøða møguleikan, at Føroyar taka við avtaluni við Ísland, sum Danmark hevur Føroya vegna nú.

Føroyar kunnu nú vera á fundum hjá Joint Finance Committee, sum er fíggjarnevndin, sum býtir pengarnar, sum koma frá flogferðsluni í norðuratlantsøkinum. 

Poul Michelsen sigur, at luttøkan í Joint Finance Committee gevur Føroyum betri førleika at yvirtaka økið og føroyskir myndugleikar fáa innlit í inntøkur og útreiðslur hjá flogferðsluni í økinum.

Riggar væl í Reykjavík

Fundir hava eisini verið við International Civil Aviation Organization, ICAO, um at skipa eitt nýtt føroyskt loftrúm. Føroyska loftrúmið verður umsitið í Reykjavik, og ICAO sigur, at tað riggar sera væl.

Tí skulu vera serliga góðar orsøkir til at broyta hetta, sigur ICAO. Og skal broyting gerast, krevur hon fulla semju í ICAO. Eisini er sama trygdarstøði ein treyt og, at raksturin ikki verður dýrari.

Samanumtikið er støðan hjá ICAO í løtuni tann, at ein føroyskur FIR, sum loftrúmsumsitingin kallast, verður ikki stovnaður.

Men, svarar Poul Michelsen eisini, 1. januar 2020, verður niðara loftrúmið, tað eru flogfør, sum koma til Føroya og fara úr Føroyum, umsitið á fløgvøllinum í Vágum burturav.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 16. mai
Jambalaja - 160526
208445
Leygardag 16. mai
Upp á tá - 150526
208444
Leygardag 16. mai
Vikan 16. mai 2026
208440
Leygardag 16. mai
Vikugesturin: Viðbrekin og viljasterk
208437
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 15. mai
Veðrið
208424
Fríggjadag 15. mai
Snipp snapp 2026 - teknmálstulkað
208400
Hósdag 14. mai
Guðstænasta úr Vesturkirkjuni
208366
Hósdag 14. mai
Andakt
208365