Tað almenna skal leggja um til grøna orku

Tað almenna skal leggja um til grøna orku
Landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar skulu leggja um til grøna orku. Tað sigur nýggjur veðurlagspolitikkur.
 
28.07.2019 - 16:03

Nýggi veðurlagspolitikkurin, sum varð handaður landsstýrinum í gjár, leggur upp til, at tað almenna skal ganga á odda. Tað merkir, at bæði landsmyndugleikar og kommunalir myndugleikar skulu leggja um til grøna orku.

Tey seinastu árini hava skiftandi landsstýri roynt seg við ymiskum fíggjarligum lættum og fyrimunum til tey, sum t.d. hava valt hitapumpur  ella elbilar fram um oljuriknar loysnir. Men veðurlagsbólkurin, sum hevur gjørt nýtt tilmæli fyri næstu 10 árini, metir ikki, at tað ber til at krevja av privatpersónum, at tey leggja um. Tað er annars gjørt fleiri staðni. M.a. hevur Olso kommuna banna oljufýr.

Ístaðin mælir bólkurin til, at landsmyndugleikar leggja fyri. Bólutin mælir til at seta krøv til almennar myndugleikar
um, at umhvørvisvinarligar loysnir skulu veljast í almenna geiranum, har tað ber til, millum annað tá
umræður upphiting av bygningum og keyp av bilum.

Eisini verður mælt til at áleggja almennum stovnum á hvørjum ári at gera orkuroknskap og frágreiðing um gjørd og ætlað tiltøk fyri orkusparing og umlegging til reinorku. 
Veðurlagspolitikkurin seinastu árini hevur ikki hvat væntaða virknaðin. Samlaða føroyska útlátið, sum skuldi minka líðandi, er vaksið við 9 prosentum í mun til 2005. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928