Góður streymur gott veður góður útróður

Góður streymur gott veður góður útróður
Bæði góður streymur og gott veður fyrst í næstu skuldi givið nógvan útróður, væntar Fiskamarknaðurin
Fiskamarknaðurin væntar góðan útróður fyrst í næstu viku.
 
10.08.2019 - 15:15

Bæði góður streymur og gott veður fyrst í næstu skuldi givið nógvan útróður.

Tað væntar Fiskamarknaðurin.

Hann sigur um næstu viku, at streymurin verður góður fyrst í vikuni, og veðrið verður gott. 

So vit rokna við nógvum útróðri. Summarferian er liðug, og bólkur 5B hevur fingið fleiri fiskidagar.

Útróðrarbátarnir fiska mest tosk og hýsu.

Fá línuskip úti

Um línuskipini sigur Fiskamarknaðurin, at trý eru undir Føroyum, eitt frystilínuskip er á Flemish Kap og eitt við Eysturgrønland. 

Flestu partrolararnir eru úti, nú fiskavirkini lata upp aftur.

Trý pør fiska gulllaks.

Tveir trolbátar royna norðanfyri, eisini teir fiska mest tosk og hýsu.

Væntandi fara nógvir trolbátar á landleiðina fyrst í næstu viku.

Trý garnaskip fiska svartkalva. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 22. januar
Nýtt ljóð
203080
Hósdag 22. januar
Breddin: Revsitollur og handilskríggj
203070
Hósdag 22. januar
Morgunlestur hósdagur 22. januar 2026
202878
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. januar
Veðrið
202979
Mánadag 19. januar
Veðrið
202926
Sunnudag 18. januar
Møti úr Missiónshúsinum í Leirvík
202840
Leygardag 17. januar
Andakt
202839
Fríggjadag 16. januar
Hondbóltur: Føroyar - Sveis
202852