Mótstøðufør bakteria spjatt seg

Mótstøðufør bakteria spjatt seg
Mótstøðuføra bakterian, sum í 2018 smittaði 525 danir, hevur spjatt seg frá eysturdanska sjúkrahúsinum til alt Danmark
Tilvildarlig savnsmynd
 
26.08.2019 - 14:43

Bakterian, MRSA, er vorðin mótstøðufør móti nøkrum sløgum av antibiotika, men nú er nýtt slag av mótstøðuførari bakteriu nú staðfest á øllum sjúkrahúsum í Danmark.  

Bakterian eitur van-comycin-restistentir entero-kokkar, - stytt VRE. 

Eftir fáum árum hevur hon spjatt seg frá einum sjúkrahúsi í Danmark til sjúkrahús í øllum landinum.

 

Tvífaldað

- Vit hava greitt sæð, at talið av sjúklingum, sum hava fingið ígerðarsjúku við hesi bakteriuni er vaksið seinastu fimm árini, sigur Robert Skov, deildarlækni á deildini fyri antibiotika-resistens hjá Statens Serum Institut, við JyllandsPosten. 

Í 2013 varð bakterian staðfest hjá 227 sjúklingum. Í 2018 var talið meira enn tvífaldað til tilsamans 525 sjúklingar.

- Trupulleikin er, at vit hava sera fá sløg av antibiotika at viðgerða ígerðir við hesi bakteriuni, sigur Robert Skov.

Tú kanst gott vera berari av sjúkuni og ikki verða sjúkur. Men fyri veikastu sjúklingarnar kann bakterian verða sera vandamikil, - serliga tey, sum hava veika immunverju, skrivar JyllandsPosturin.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980
Fríggjadag 26. desember
Aldubáran 30 ár
201871
Fríggjadag 26. desember
Reynsatindur
201862