Umsókn um at strika friðing send friðingarnevnd

Umsókn um at strika friðing send friðingarnevnd
Friðingarnevndin í Streymoyar sýslu fær nú umsóknina um at taka av friðingina, sum er á húsinum, sum matstovan Koks brúkar til køk frammi við Gjónna
Koks frammi við Gjónna.
 
30.08.2019 - 13:01

Friðingarnevndin í Streymoyar sýslu fær nú umsóknina um at taka av friðingina, sum er á húsinum, sum matstovan Koks brúkar til køk frammi við Gjónna.

Bóndin frammi við Gjónna hevur søkt um at strika friðingina á stykkinum, sum køkurin er á.

Lendið frammi við Gjónna má bara brúkast til landsbúnaðarendamál.

Ein køkur hjá einari matstovu er ikki mettur at vera landbúnaður.

Tí er neyðugt at broyta friðingina.

Skúrur til køk

Koks hevði loyvi til at brúka køkin til 1.september í ár.

Men nú, søkt er um at strika friðingina, so køkurin kann brúkast, er loyvið longt til umsóknin er liðugt viðgjørd í Friðingarnevndini fyri Streymoyar sýslu og í Yvirfriðingarnevndini.

Tá Koks flutti í húsið frammi við Gjónna, bleiv ein blikkskúrur, sum har stóð, umvældur og gjørdur til køk. Tað er hann, stríðið nú er um.

Nú er tó greitt, at matstovan Koks kann halda fram frammi við Gjónna.

Yvirfriðingarnevndin hevur fingið 3.173 undirskriftir frá fólki, sum vilja, at Koks sleppur at vera frammi við Gjónna.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 26. oktober
RagnarRokk: Justin Storms um The Arsonist
215050
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329