Avloysaraskipið komið

Avloysaraskipið komið
Leygardagin fer strandfaraskipið Smyril í dokk, og ferðamannaskipið, Prince, verður avloysaraskip
Ferðamannaskipið Prince (her avmyndað uttanlands) skal avloysa Smyril, tá hann nú fer í dokk
 
18.09.2019 - 12:21

Prince er komið til landið og legði at á Drelnesi um 9:30-tíðina í morgun. Skipið tekur 250 bilar, tað eru 44 bilar fleiri enn Smyril tekur.

Manningin telur umleið 30 fólk, og hon er úr Rumenia, Grikkalandi, Italia og Egyptalandi. Eisini mynstra 10 av manningini á Smyrli við Prince. 

Skiparin á Prince er grikki, men føroyskur skipari verður eisini umborð. Í dag verður trygdarvenjing, har báðar manningarnar venja saman. 

Færri túrar

Sum vant, tá nýggj skip koma til Føroya, skal Sjóvinnustýrið gera ymiskar kanningar. Tær verða gjørdar í morgin og ovurmorgin.

Ferðaætlanin fyri siglingina hjá Prince er í tráð við altjóða sáttmálar fyri manningar við handilsskipum, og er nakað øðrvísi enn tann hjá Smyrli, sigur Strandferðslan.

Avloysaraskipið hjá Smyrli, Prince siglir bara tveir túrar um dagin millum Havnina og Drelnes, umframt at Prince liggur á Tvøroyri hvørja nátt.

Eftirmeta ferðaætlanina

Eisini verður longri millum túrarnar, millum annað tí Prince er væl størri skip enn Smyril,  20 metrar longri, og kann tí brúka meira tíð til at leggja at og fara frá bryggju.

Í Havn leggur Prince at undir havnaskrivstovuni við Molan, og Strandferðslan hevur gjørt avtalu við skipasmiðjuna MEST um, at sleipibátur altíð er tøkur, um so er, at ferjan hevur brúk hjálp at leggja at.

Tað er serliga, tá eysturætt er, sigur Heri Norðberg, ferðslusamskipari hjá Strandferðsluni. Ferðaætlanin verður eftirmett, tá skipið hevur verið í sigling í eina viku, sigur stovnurin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 3.apríl 2026
205931
Hósdag 2. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
206570
Hósdag 2. apríl
Morgunlestur hósdagur 2.apríl 2026
205930
Mikudag 1. apríl
Bókin, sum ongantíð varð gloymd
206548
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 2. apríl
Gudstænasta úr Havnar kirkju
206563
Mikudag 1. apríl
Dagur & vika - teknmálstulkað
206524
Týsdag 31. mars
Veðrið
206501
Týsdag 31. mars
KAKUMiKS 2 (2:7) - teknmálstulkað
206483