Dýrari enn ætlað at útbyggja havnarlagið í Havn

Dýrari enn ætlað at útbyggja havnarlagið í Havn
Býráðið fer í annaðkvøld at taka støðu til, um slakar 35 milliónir krónur skulu játtast aftrat
Grótbáturin skal flyta meira grót av Glyvursnesi
 
25.09.2019 - 09:32

Tað kostar meira enn upprunaliga ætlað at víðka Skansabryggjuna og Eystara havnarøkið í Havn.

Býráðið skal í annaðkvøld avgera, um 34,7 milliónir krónur skulu játtast afturat til arbeiðið. Arbeiðið fer so at kosta 500 milliónir krónur.

Dýrari, tí grótið er sokkið

Býráðið samtykti í 2016 at játta 465 milliónir krónur til at víðka Skansabryggjuna og Eystara havnarøkið.

Av tí, at grótið er sokkið nakað í botninum - hevur sett seg - eru næstan tíggju milliónir krónur meira enn ætlað brúkt til grót.

Sambært dagsskránni fyri býráðsfundin í kvøld, hava nógvar ymiskar óvissur verið millum arbeiðstakaran, J&K Petersen, og arbeiðsánaran, sum er Tórshavnar havn. 

Upprunaliga tilboðið 387 milliónir

Samráðingar hava verið millum partarnar, so tað, sum er eftir at gera, verður gjørt fyri fastan prís, prísvøkstur og lønarvøkstur eru tó undantiknir.

Upprunaliga tilboðið frá J&K Petersen var 387 milliónir krónur. Byggifelagið fær 413 milliónir krónur fyri arbeiðið.

Fyrri parturin av Skansabryggjuni verður latin 22. oktober í ár. Endaliga avhendingin verður 15. mai næsta ár. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 31. oktober
Jambalaja - 311026
215699
Leygardag 31. oktober
Upp á tá - 301026
215695
Fríggjadag 30. oktober
Vikuskiftið 30 okt 2026
215686
Fríggjadag 30. oktober
LEITISSTEIN 30.10.2026 (Eva Berghamar úr Kayak)
215666
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 30. oktober
BIRITA - teknmálstulkað
215688
Fríggjadag 30. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215687
Fríggjadag 30. oktober
Møti úr Nerija á Skála - teknmálstulkað
215672