Risaútbygging í Fuglafirði

Risaútbygging í Fuglafirði
Havsbrún fer nú undir eina risastóra útbygging av havnarlagnum í Fuglafirði, sum fer at kosta meira enn hálva milliard krónur
Havnarlagið í Fuglafirði skal útbyggjast fyri eina hálva milliard krónur. Bakkafrost skal gjalda
 
05.10.2019 - 18:29

Regin Jacobsen, stjóri í Bakkafrosti, sum eigur Havsbrún, sigur við Sosialin, at tey hava fingið váttan frá kommununi um, at rindar felagið fyri útbyggingina, kanska meira enn hálva milliard, ja, so kemur felagið eisini at eiga hendan nýggja partin av havnini í Fuglafirði.

Havsbrún framleiðir fóður til aling, og nú Bakkafrost hevur keypt næststørsta alifelagið í Skotlandi, The Scottish Salmon Company, eru nógvir svangir laksar afturat at metta har við alifóðuri frá Havsbrún í Fuglafirði. 

 >> SÍ EISINI Keypa seg inn í skotsku alivinnuna

Tá keypið varð almannakunngjørt í síðstu viku, segði Regin Jacobsen, stjóri, at Havsbrún nú kann selja 50.000 tons av alifóðuri afturat til sítt nýggja skotska felag.

Og so stórur vøkstur í framleiðsluni krevur útbygging, og nú er avtala altso gjørd millum Bakkafrost og Fuglafjarða kommunu um, at Havsbrún sleppur at byggja út á havnarlagnum, og at tey sjálv byggja ein part av havnini.

Vit kunnu sjálvandi ikki krevja, at kommunan byggir havnina út fyri so nógvar pengar. Hinvegin má tað vera soleiðis, at gera vit havnarlagið og havnarútbyggingina, so eru tað vit, sum eiga tann partin av havnini, sigur Regin Jacobsen við Sosialin.

Fíggingin eingin trupulleiki

Hóast tað kostar Bakkafrosti hálvasættu milliard at keypa alt tað skotska alifelagið, og útbyggingin í Fuglafirði kostar eina hálva milliard krónur, ja, so er fígging einki problem. 

Bakkafrost druknar næstan í pengum, soleiðis sum tað eisini kom til sjóndar, tá partapeningur skuldi teknast á Oslo Børs í síðstu viku. Ársúrslitið hjá Bakkafrost var meira enn 960 milliónir í fjør, og umsetningurin hjá samtakinum 3,17 milliardir.

Til samanberingar verða mettu inntøkurnar hjá Fuglafjarða kommunu góðar 60 milliónir krónur í persónsskatti í ár og 11 milliónir í partafelagsskatti.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 4. mai
Jambalaja - 040524
174623
Leygardag 4. mai
Vikan 4.mai 2024
174614
Leygardag 4. mai
Morgunlestur leygardagur 4. mai 2024
174294
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 3. mai
Veðrið
174592
Hósdag 2. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174537
Mikudag 1. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
174444