Søkja nú eftir nýggjum rektara

Søkja nú eftir nýggjum rektara
Starvið verður sett 1. januar næsta ár, ella eftir avtalu við umsøkjaran, ið fær starvið
Nú verður søkt eftir rektara til Glasir. Umsóknarfreistin er 10. november
 
12.10.2019 - 12:11

Nú verður søkt eftir rektara til Glasir. Umsóknin skal vera Uttanríkis- og mentamálaráðnum í hendi í seinasta lagi sunnudagin 10. november.

Starvið verður sett 1. januar næsta ár, ella eftir avtalu við umsøkjaran, sum fær starvið. Bogi Bech Jensen segði seg úr starvinum sum rektari 3. september.

Gavst alt fyri eitt

Bogi Bech Jensen fór úr starvinum alt fyri eitt. Steinbjørn Hardlei, umsitingarstjóri á Glasi, hevur verið virkandi rektari síðani.

Tá Bogi Bech Jensen fekk starvið sum fyrsti rektarin á Glasi, søktu 11 um starvið. Tað var í 2015.Lønin hjá rektaranum er 59.368,03 krónur og 15 prosent í eftirløn um mánaðin.

 >> SÍ EISINI Sagt seg úr starvi

Á Glasi eru meira enn 1.500 næmingar og 250 starvsfólk. Bogi Bech Jensen sigur, at hann segði upp, tí nú er liðugt at leggja saman skúlarnar, sum eru í Glasi.

Teir eru Føroya studentaskúli og HF-skeið, Tekniski skúlin í Havn og Føroya handilsskúli. Bogi Bech Jensen mælti sjálvur til, at Steinbjørn Hardlei tók við sum virkandi rektari.

Bogi Bech Jensen fær løn til nýggjárs, tí setanarsáttmálin hjá honum sigur, at hann eigur løn í tríggjar mánaðir eftir, at hann fer úr starvi. Hann skal vera til taks hesa tíðina, um onkur fyrispurningur er til dømis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 23. juli
Morgunlestur hósdagur
211202
Mikudag 22. juli
Summarbeiti 22. juli 2026
211207
Mikudag 22. juli
Morgunlestur mikudagur
211166
Týsdag 21. juli
Millum tøkini #14: Sundalagsstevna
211178
Týsdag 21. juli
Summarbeiti 21. juli 2026
211171
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf gentur 17-18
211097