Sea Shepherd hava krisufund, og Paul Watson fær keðiligu boðini, um at hansara starvsfelagar úr Sea Shepherd vórðu sæddir í at stjala mat úr Norrønu og øl úr Nólsoy.
- Eg fari at spyrja Heina í Havn, um hann ikki hevur eina grindalykkju at bjóða mær, sigur Paul Watson, tá hann í svongd frættir, at hansara crew hevur blakað matin burtur og drukkið ølirnar.
Hetta er gjørt úr einum broti úr týska filminum, Der Untergang (2004). Brotið er nokk tað kendasta í filminum, har nógvar parodiir eru blivnar gjørdar við komiskum eftirgjørdum undirtekstum.