Ógreitt hvussu torfør próvtøkan hjá grannskoðarunum verður

Ógreitt hvussu torfør próvtøkan hjá grannskoðarunum verður
Setti stjórin á Skrásetingini heldur, at grannskoðararnir skulu til eina próvtøku, sum líkist teirri donsku, ið fleiri føroyskir grannskoðarar higartil hava fingið løggilding eftir

10.02.2012 - 14:36

Enn er ógreitt, hvussu torfør próvtøkan verður, sum fimm grannskoðarar í grannskoðaramálinum skulu taka fyri ikki missa sína løggilding.

Fyribils setti stjórin á Skráseting Føroya, Jákup Eyðfinn Kjærbo, staðfesti herfyri, at løggildingin verður tikin aftur frá fýra grannskoðarum alt fyri eitt. Haraftrat fingu fimm grannskoðarar boð um, at teir fingu eitt ár at standa próvtøkuna, sum krevst fyri at fáa løggildingina. Annars missa eisini teir løggildingina.

Sambært Jákupi Eyðfinni Kjærbo skulu grannskoðararnir til eina próvtøku, sum líkist teirri donsku próvtøkuni, ið fleiri føroyskir grannskoðarar higartil hava fingið løggilding eftir.

Sakførarin hjá grannskoðarunum, Christian Andreasen, heldur tað ikki vera neyðugt við eini so umfatandi próvtøku, og hevur kært avgerðina.

Í næstum verðum ein serlig próvtøkunevnd sett, sum ger av, hvat slag av próvtøku grannskoðararnir taka.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Fríggjadag 28. august
Vikuskiftið 28 aug 2026
212437
Fríggjadag 28. august
Søgan um Johnny Cash 8. partur
212406
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386
Hósdag 27. august
Veðrið
212358
Mikudag 26. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212290