Spenningur aftur í oddanum

Spenningur aftur í oddanum
Víkingur og KÍ elta nú EB/Streymi í oddinum, ímeðan FC Suðuroy stendur í stað í botninum.
Savnsmynd
 
17.06.2012 - 15:38
ÍF - B68 2-0
Dánjal á Lakjuni gjørdist sigursharrin, tá ið hann við tveimum málum tryggjaði ÍF sigurin ímóti B68 í dagsins dysti. Tað fyrra málið kom miðskeiðis í seinna hálvleiki, eftir at ÍF hevði lagt trýst á B68 verjuna í eina løtu. Spælið var annars býtt ímillum tey bæði liðini, men 10 minuttir fyri leiklok skoraði Dánjal á Lakjuni fyri aðru ferð og staðfesti sigurin fyri heimaliðið.
 
 
HB - FC Suðuroy 6-0
FC Suðuroy hevði ikki nógv at bjóða í Gundadali, har HB vann heili 6-0. Fyrstu løtuna av dystinum hevði FC Suðuroy nøkur skjótálop, sum tó ikki góvu úrslit. Tá ið so ferð kom á málskjótingina hjá HB, var dysturin avgjørdur. Símun Samuelsen gjørdi trý mál fyri HB, ímeðan Tróndur Jensen, Fróði Benjaminsen og Hendrik Rubeksen gjørdu hvør sítt.
 
 
 
TB - NSÍ 1-3
Spælið var fyri tað mesta javnt býtt ímillum liðini við Stórá, hóast NSÍ vann uppgerðina 3-1. Klæmint Olsen legði NSÍ á odda í 38. minutti, men Gilli Sørensen javnaði bert lítla løtu seinni. NSÍ fekk tó tvey skjót mál miðskeiðis í seinna hálvleiki, hóast TB hevði havt bóltin væl meir enn gestirnir. Fyrst legði Klæmint Olsen NSÍ á odda, og lítla løtu seinni økti Magnus Olsen til 3-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
 
 
EB/Streymur - Víkingur 0-1
Talan var um oddabrak, tá ið EB/Streymur tók ímóti Víkingi á Sundalagsstevnu leygarkvøldið. Einasta málið í dystinum kom longu eftir seks minuttir, tá ið Bárður Hansen legði gestirnar á odda. Tað var eisini Víkingur, sum stóð fyri tí mesta við Margáir, men fleiri mál komu ikki. Við sigrinum eltur Víkingur sundalagsmenn, sum nú eru tvey stig frammanfyri Víking.
 
 
B36 - KÍ 2-3
Hóast B36 kom á odda bæði 1-0 og 2-1, var tað KÍ sum fekk øll stigini við úr Gundadali leygardagin. Avgerandi málið kom ikki fyrrenn í tíðini, dómarin hevði lagt afturat, tá ið Kristoffur Jakobsen tryggjaði teimum bláu sigurin. Dánjal Rói Poulsen og Atli Danielsen skutu málini hjá B36, ímeðan Heðin á Lakjuni, Álvur Christiansen og Kristoffur Jakobsen skutu tey hjá KÍ, soleiðis at klaksvíkingar vunnu 3-2.
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. mars
Morgunlestur mikudagur 11.mars 2026
205069
Týsdag 10. mars
Góðan morgun Føroyar
205390
Týsdag 10. mars
Morgunlestur týsdagur 10.mars 2026
205385
Mánadag 9. mars
Endiliga rullar bólturin aftur
205339
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 10. mars
Veðrið
205436
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337