Norskar kanningar: Nógvur makrelur

Norskar kanningar: Nógvur makrelur
Norska makrelkanningin í summar hevur somu fyribils niðurstøðuna sum tann føroyska, nógvur makrelur er at síggja
Úrslitini hjá norskum kanningarskipum vísa, at nógvur makrelur er í norskum sjógvi.
 
31.07.2013 - 09:57

Norska fiskirannsóknarstovan er liðug við sínar kanningar, sum nótaskipini Libas og Eros gjørdu.


Eins og føroyska kanningin boðaði frá nógvum makreli og nógvari sild í føroyskum sjógvi er niðurstøðan hjá norðmonnum eisini, at nógvur makrelur er í summar og nógv legst aftrat stovninum.
Fyrst og fremst 2010 árgangurin er sterkur, og makrelurin er víða í norskum sjógvi.


Nú bíða fiskifrøðingar í Norra og Føroyum spentir eftir íslendska úrslitinum.


Íslendska fiskirannsóknarskipið Árni Fríðriksson kannar millum annað, hvussu nógvur makrelur er vestan fyri Ísland, eisini í grønlendskum sjógvi.


Norska kanningin vísir, at tíggju prosent av makrelinum í norskum sjógvi hevði ikki gýtt í juli.

- Tað bendir á, at makrelurin er farin at gýta longri norðuri, og tí kanska ikki fer so langt suðureftir, men verður verandi norðanfyri um heystið, sigur Leif Nøttestad, fiskifrøðingur, við Fiskeribladet Fiskaren.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. august
Ung lesa 6.partur - Tóra
210833
Mánadag 10. august
Poppverturin 11
208465
Mánadag 10. august
Søgan um Johnny Cash 6. partur
211717
Mánadag 10. august
Fótbóltsprát
211715
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
211761
Týsdag 11. august
Veðrið
211744
Fríggjadag 7. august
Veðrið
211659