Róðrarsambandið havnaði kæruni frá Havfrúnni

Róðrarsambandið havnaði kæruni frá Havfrúnni
Kæran, sum VÍF kappróður sendi Róðrarsambandinum í sambandi við reyða kortið til Havfrúnna á ólavsøku, er ikki gingin á møti
Dómarin greiðir manningini á Havfrúnni frá reyða kortinum.
 
13.08.2013 - 13:51

Í ólavsøkuróðrinum var 5 mannafarið Havfrúgvin kolldømd fyri at tjóvstarta í umróðrinum móti Ørnini, eftir at hesir báðir bátar vóru komnir javnt um málstrikuna í fyrra róðrinum. Men Havfrúgvin vil vera við, at tær ikki tjóvstartaðu og mettu seg illa viðfarnar, tí ikki bert vórðu tær kolldømdar, men tær mistu eisini 2. plássið og øll stigini, sum tær høvdu fingið, um tær so høvdu damlað á mál.

Í minsta lagi 2. pláss
Tískil kravdi VÍF-kappróður, at Havfrúgvin í minsta lagi fekk 2. plássið á ólavsøku, og harvið fær tey seks stigini í upprunaliga róðrinum. Eisini varð kravt, at reyða kortið verður tikið aftur, men VÍF hevur ikki fingið viðhald í nøkrum.

Høvuðsdómarin dømdi rætt
Róðrasambandið grundgevur í aftursvarinum til VÍF-kappróður, at RSF metir, at høvuðsdómarin hevur dømt rætt, og at Havfrúgvin loysti krókin úr bátinum, áðrenn loyvt var.

Mong standa spyrjandi, hví Havfrúgvin eisini skal missa øll stigini fyri eitt 2. pláss, sum manningin róði seg fram til. Til hetta sigur Róðrarsambandið, at viðvíkjandi umróðrinum er eingin serskild grein at døma eftir. Tískil verður dømt eins, og var tað ein vanligur róður, har kolldømingin á einum kappingardegi er galdandi fyri allar róðrarnar tann dagin, róð verður.

VíF-kappróður hevur sent klaguna víðari í dómsnevndina.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Leygardag 24. oktober
Upp á tá - 231026
215309
Leygardag 24. oktober
Radio Stjernekilde V - Partur 3
215229
Fríggjadag 23. oktober
Vikuskiftið 23 okt 2026
215288
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 24. oktober
Sement 2026
215329
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215308
Leygardag 24. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215306
Fríggjadag 23. oktober
Mentanarvirðislønir landsins 2026
215302