421 fólk deyð í Kairo seinasta samdøgrið

421 fólk deyð í Kairo seinasta samdøgrið
Ein framsøgumaður fyri egyptiska heilsumálaráðið sigur í dag, at talið á deyðum í bardøgum síðan í gjár er komið upp í 421
Bardagar millum stjórnardeildir og viðhaldsfólk hjá fyrrverandi forsetanum, Mohamed Mursi, hava higartil kravt 421 mannalív.
 
15.08.2013 - 11:41

Framsøgumaðurin, Khaled el-Khateeb, sigur við AP í dag, at talið á meiðslaðum í bardøgum millum trygdardeildir hjá stjórnini og viðhaldsfólk hjá frákoyrda forsetanum, Mohamed Mursi, er komið heilt upp í 3.572.

Hann leggur aftrat, at tølini verða dagført seinni í dag, og onki er at ivast í, at bæði tølini vera hægri.

Trygdarlið og løgregla ruddaðu upp
Bardagarnir í Kairo byrjaðu, tá trygdarlið hjá stjórnini og løgreglan fór undir at rudda tvær mótmælislegur við viðhaldsfólki hjá frákoyrda forsetanum Muhamed Mursi. Herurin rak Mursi frá valdinum 3. juli, og síðan hava viðhaldsfólk hansara hildið til í hesum báðum mótmælislegunum.

Stríðið hevur breitt seg
Stríðið millum Mursi-viðhaldsfólk og viðhaldsfólk hjá nýggju stjórnini kyknaði í Kairo. Men síðan hevur tað breitt seg til fleiri aðrar býir. Stríðið og bardagarnar hava fingið stjórnina at seta í gildi undantaksstøðu í landinum í fyribils ein mánaða.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Veðrið
215860
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775