Landsstýrismaðurin latið løgmanni frágreiðingina

Landsstýrismaðurin latið løgmanni frágreiðingina
Her er svarið frá Innlendismálaráðnum til løgmann í málinum um Eysturoyartunnilin
Innlendismálaráðið hevur latið løgmanni frágreiðing um málsviðgerðina í tunnilsmálinum
 
28.08.2013 - 14:09

Løgmansskrivstovan hevur í dag, vísandi til sjónvarpstíðindini tann 27. august, biðið Innlendismálaráðið um eina frágreiðing um innanhýsis viðgerðina viðvíkjandi Eysturoyartunlinum.

Innlendismálaráðið hevur í dag svarað Løgmansskrivstovuni soljóðandi: “Í § 2, stk. 3 í løgtingslóg nr. 53 frá 26. mai 2010 um einkarætt til at byggja, reka og fíggja undirsjóvartunnil undir Skálafjørð og Tangafjørð, sum broytt við løgtingslóg nr. 35 frá 6.mai 2011 gevur lógin landsstýrismanninum heimild til at bjóða einkarættin út og gera sáttmála við tann, sum hevur besta boðið.

Bjóða einkarrættin út

Landsstýrið avgjørdi tíðliga í 2012, at landsstýrismaðurin skuldi nýta sína heimild til at bjóða einkarættin út, og Løgtingið játtaði 6,0 mió. kr. til arbeiðið. Á hesum støði bleiv einkarætturin boðin út. Uppskot til sáttmála, sum var gjørdur samsvarandi heimildini, varð liðugur, og sum kunnugt var ætlanin tann 27. juni 2013 hjá landsstýrismanninum í innlendismálum at undirskriva sáttmála við Copenhagen Infrastructure Partners (CIP), um einkarætt til at fíggja, byggja og reka undirsjóvartunnil.

Landsstýrismaðurin hevði frammanundan í tíðindaskrivi tann 19. apríl 2013 boðað frá, at ætlanin var at gera sáttmála áðrenn jóansøku í ár Tá dagurin nærkaðist gjørdu politiski viðurskiftini, at løgmaður tók avgerð um, at málið skuldi leggjast fyri Løgtingið enn eina ferð. Orsakað av at avtalað var millum CIP og landsstýrismannin, at sáttmálin um einkarætt skuldi undirskrivast 27. juni 2013, var CIP ímóti, at málið skuldi í Løgtingið, og vildi hava sáttmálan undirskrivaðan 27. juni 2013.

Ein millión í endurgjaldi

Á fundi millum løgmann/landsstýrismannin í innlendismálum og CIP 27. juni varð avtalað, at sum treyt fyri at CIP ikki skuldi taka seg burturúr samráðingunum beinanvegin, skuldi CIP hava 1,0 mió. kr., eitt sokallað “ break fee”, um sáttmálin ikki var undirskrivaður í síðsta lagið 31. august 2013. Aftan á at partarnir vórðu samdir um hesi viðurskifti blivu samráðingar um sáttmálan um einkarætt gjørdar lidnar 27. juni 2013, og í tí sambandinum var semja um tekstin í lógaruppskotinum, ið skuldi leggjast fyri Løgtingið.

Løgdeildin, Kommunudeildin og Deildin fyri náttúruvernd og umhvørvi fingu áheitan um at gera viðmerkingar til lógaruppskotið. Tann 4. juli 2013 lat Løgdeildin frá sær upprit í málinum við viðmerkingum frá øllum deildunum, og har tikið verður saman um. Orsakað av, at lógaruppskotið var úrslit av samráðingum, sum blivu aftaná, at tað gjørdist greitt, at málið skuldi aftur í Løgtingið, var avmarkað, hvussu nógvar viðmerkingar Innlendismálaráðið kundi taka til eftirtektar. Samráðingarnar vóru lidnar.

Lagt upp fyri viðmerkingum

Harafturat kundi Innlendismálaráðið somuleiðis staðfesta, at tað í sáttmálanum um einkarætt var lagt upp fyri nógvum av viðmerkingunum, sum deildirnar høvdu. Lógaruppskotið varð latið Løgtinginum 25. juli 2013. Orsøkin til at viðmerkingarnar frá deildunum ikki vórðu lagdar við lógaruppskotinum til Løgtingið var, at tær vóru ikki skrivaðar við tí fyri eyga, men sum partur av innanhýsis málsviðgerðini í Innlendismálaráðnum. Løgtingið er í hesum máli í somu støðu sum Innlendismálaráðið, tí lógaruppskotið byggir á ein sáttmála við CIP," stendur í frágreiðingini frá Innlendismálaráðnum til Kaj Leo Holm Johannesen, løgmann.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 27. januar
Morgunlestur mánadagur 26.januar 2026
203266
Týsdag 27. januar
Morgunlestur týsdagur 27.januar 2026
203265
Mánadag 26. januar
EM-tíðindi 26. januar 2026
203227
Sunnudag 25. januar
Bolero
203192
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 26. januar
Veðrið
203256
Sunnudag 25. januar
Andaktin við Tóri Jacobsen
203189
Fríggjadag 23. januar
Veðrið
203155
Hósdag 22. januar
Konsert við Hjarnar
203106
Hósdag 22. januar
Veðrið
203084