Vilja hava endurgjald fyri mista inntøku av makrelfiskiskapi

Vilja hava endurgjald fyri mista inntøku av makrelfiskiskapi
Partafelagið Líraberg hevur stevnt eftir 750.000 kr., men Fiskimálaráðið krevur frídøming
108 útróðrarbátar vóru við í samtakinum Sjófeli, sum heldur ikki ár fekk makrelkvotu
Mynd: Savnsmynd  
 
01.09.2013 - 13:35

Partafelagið Líraberg, sum fyrst í mai stevndi Fiskimálaráðnum eftir endurgjaldi fyri mista inntøku av makrelfiskiskapinum í fjør, hevur fingið svar frá Fiskimálaráðnum, men felagið góðtekur ikki svarið, og tí endar málið í rættinum.

Í svarinum til partafelagið Líraberg sigur Fiskimálaráðið, at kunngerðin um at skipa fiskiskapin eftir makreli í fjør var lóglig, og tí krevur Fiskimálaráðið frídøming. Partafelagið Líraberg góðtekur ikki svarið, og vil hava rættin at døma í málinum. Partafelagið Líraberg hevur stevnt eftir 750.000 kr. í endurgjaldi fyri bátin og teir tríggjar menninar, sum eru við bátinum.

Felagið krevur, at Fiskimálaráðið verður dømt at viðganga, at tað var skeivt, at samtakið Sjófeli ikki fekk lut í makrelfiskiskapinum í fjør. 

108 bátar i samtakinum

Tað vóru 108 útróðrarbátar í samtakinum Sjófeli, sum ikki fekk atgongd til makrelveiðuna í fjør, tí sambært uppgerðini hjá Fiskiveiðueftirlitinum fiskaði tann bólkurin ongan makrel, hóast teir halda seg eiga rætt til sín part av tilfeinginum. Treytirnar, sum útróðrarflotin fekk í fjør, vóru so vánaligar, at flotin ikki fiskaði ein stert av makreli.

Og fyri í ár er støðan einki øðrvísi. Útróðrarbátarnir fingu onga makrelkvotu í ár heldur, hóast teir halda seg hava rætt til sín part.

Nær málið verður viðgjørt í rættinum, er ikki greitt enn.

 

Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 25. oktober
Bolero 25. oktober 2026
215336
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215335
Leygardag 24. oktober
Jambalaja - 241026
215314
Leygardag 24. oktober
LEITISSTEIN 23.10.26
215313
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 25. oktober
Bygdarlív 2 - Porkeri
215341
Sunnudag 25. oktober
Andakt
215339
Sunnudag 25. oktober
Guðstænasta í Havnar kirkju
215334
Leygardag 24. oktober
Sement-finalan 2026
215329