H71 sett hondbóltsmennara í starv

H71 sett hondbóltsmennara í starv
H71 roynir nýggjar leiðir. Felagið hevur sett danan, Flemming Oliver Jensen í starv sum hondbóltsmennara
Flemming Oliver Jensen verður mennari í H71
 
05.09.2013 - 09:37
Flemming Oliver Jensen byrjar í starvinum sum hondbóltsmennari í H71 tann 21 oktober í ár. Felagið sigur, at hann skal taka sær av at samskipa og menna ungdómsdeildina hjá H71.
 
Flemming Oliver Jensen er dani, og hevur ein EHF Mastercoach Degree. Hann hevur, umframt í Danmark, verið venjari í Noregi og Póllandi.
Í Danmark gjørdist hann, sum venjari hjá Virum-Sorgenfri, eitt nú danmarksmeistari og kom eisini í Evropa Cup-finaluna. 
 
Frá 2003-2006 var hann ítróttarstjóri og høvuðsvenjari í TMS Ringsted. Í 2007 venjari hjá Byåsen í Noreg. Í 2009 var hann venjari hjá Wisla Plock í Póllandi. 
Hann hevur hægstu útbúgving hjá Danska hondbóltssambandinum. 
 
 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961