Sildin og makrelurin givið landskassanum 77,5 mió. kr.

Sildin og makrelurin givið landskassanum 77,5 mió. kr.
Í fíggjarlógini í ár verður roknað við, at landskassin fær 107 mió. kr. í avreiðingargjaldi fyri makrel og norðhavssild
Landskassin hevur higartil í ár fingið 77,5 mió. kr. í veiðigjaldi fyri makrel og norðhavssild
 
06.09.2013 - 07:51

Landskassin hevur higartil í ár fingið 77,5 mió. kr. í veiðigjaldi fyri makrel og norðhavssild. Skip, sum ikki eru í fiskidagaskipanini, rinda 35 oyru fyri kilo av sild og 75 oyru fyri makrel í veiðigjaldi.

Sambært fráboðaðu tølunum um fiskiskapin higartil í ár, sum Fiskiveiðieftirlitið hevði fyrradagin, eigur landskassin 14,8 milliónir fyri norðhavsild og 62,7 milliónir í veiðigjaldi fyri makrel. Harafturat skal landskassin hava tvær krónur fyri kilo, sum verða landað til móttøkuskip undir fremmandum flaggi.

Skip, sum hava fiskidagar, rinda tó bara eina krónu fyri kilo í avreiðingargjaldi. Sambært tølunum hjá Fiskiveiðieftirlitinum hava sjey móttøkuskip tikið ímóti 20.000 tonsum. Men tað er heildartalið. Útvarpið hevur ikki tøl fyri, hvør hevur landað til møttøkuskipini, og hvussu nógv móttøkuskip undir fremmandum flaggi hava keypt.

Vænta at fáa 107 mió. kr.

Í fíggjarlógini fyri 2013 er roknað við 107 milliónum í avreiðingargjaldi og veiðigjaldi fyri makrel og norðhavssild. Og sambært nýggjastu tølunum er Havsbrún framvegis tað virkið, sum fær mest.

Havsbrún hevur keypt 36.600 tons av makreli og norðhavssild í ár, Faroe Pelagic 34.600 tons og Varðin Pelagic 33.000 tons. Vestmanna Seafood hevur keypt 220 tons, og níggju skip hava fryst 37.300 tons umborð.

Upp um 100.000 tons

Tey sjey móttøkuskipini hava keypt 20.000 tons. Føroyski makrelfiskiskapurin í ár er farin upp um 100.000 tons. Fyrradagin vóru fráboðað 103.000 tons. Kvotan er knappliga 144.000 tons. 52.000 tons av norðhavssild eru fráboðað til Fiskiveiðieftirlitið. Sildakvotan er góð 105.000 tons í ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Hósdag 5. november
Nýtt ljóð
215977
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891