Landsstýrismaðurin um ferðaleiðarar: Lógin er greið

Landsstýrismaðurin um ferðaleiðarar: Lógin er greið
Hóast lógarreglur eru, hevur Ferðaleiðarafelagið fleiri ferðir gjørt vart við støðuna, og spurningurin er tí, um eftirlitið er nóg gott
Jacob Vestergaard er landsstýrismaður í vinnumálum.
 
27.05.2026 - 13:36

- Lóggávan er greið, og eftirlitsstovnarnir gera sítt arbeiði.

Tað sigur Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum, um málið um útlendskar ferðaleiðarar, sum arbeiða í Føroyum uttan arbeiðsloyvi, og sum hevur verið frammi seinastu dagarnar.

 


Ferðaleiðarafelagið hevur fleiri ferðir gjørt vart við støðuna, at útlendskir ferðaleiðarar arbeiða ólógligt í Føroyum. (Savnsmynd)

 

Handtøkan av tveimum útlendskum ferðaleiðarum leygardagin hevur varpað ljós á trupulleikan við útlendskum ferðaleiðarum, sum arbeiða í Føroyum uttan arbeiðsloyvi. Sambært Katrin Thorsvig Hansen, høvuðsákæra hjá politinum, er talan um ein trupulleika, sum hevur verið kendur í longri tíð. Og málið hevur eisini verið á borðinum í Vinnumálaráðnum.

Men hóast landsstýrismaðurin vísir á, at lógin er greið, hevur Ferðaleiðarafelagið kortini sagt, at hetta hevur verið ein trupulleiki í fleiri ár. Tað reisir tí spurningin, um eftirlitið hevur verið nóg gott. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

27052026_Jacob_og_ferdaleidarar

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 17. oktober
Jambalaja - 171026
214942
Leygardag 17. oktober
Upp á tá - 161026
214940
Fríggjadag 16. oktober
Vikuskiftið 16 okt 2026
214929
Fríggjadag 16. oktober
LEITISSTEIN 16.10.2026 (Telemama)
214923
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926
Hósdag 15. oktober
Leivur vil liva
214858
Hósdag 15. oktober
Veðrið
214846
Mikudag 14. oktober
Svart gull (1:2)
50120
Týsdag 13. oktober
Úr savninum: Havið ímillum (2:2)
110938