Biðja um eykajáttan til ellisheimið í Vágum

Biðja um eykajáttan til ellisheimið í Vágum
Heimið "á Sýnini" krevur bráðneyðugar ábøtur fyri hálva aðru millión krónur
 
18.09.2013 - 08:09

Løgtingið hevur fingið uppskot um eykajáttan til ellis- og røktarheimið í Vágum. Heimið á Sýnini krevur bráðneyðugar ábøtur fyri hálva aðru millión krónur. Fíggjarnevndin segði nei, tá landsstýriskvinnan í almannamálum í síðstu viku bað um pengarnar.

Biðið varð um pengarnar við einum ráðsførsluskjali. Men tað var ikki nóg gott, var Fíggjarnevndin samd um. Tingið mátti fáa uppskot um eykajáttan, skulu pengarnir latast, segði Fíggjarnevndin. Og nevndin er sinnað at avgreiða eina eykajáttan skjótt, tí arbeiðið, sum pengarnir skulu brúkast til, er neyðugt.

Ikki stundir at bíða

Stundir eru ikki at bíða eftir heimildarlógini, verklagslógini, um høvuðsumvæling, og heldur ikki eftir semju millum kommunurnar og Almannamálaráðið um umvælingina á Sýnini. Fýra milliónir eru í fíggjarlógini fyri 2013 til at umvæla ellis og røktarheimið í Vágum.

Men tær kunnu ikki brúkast, fyrr enn heimildarlóg er samtykt í løgtinginum, og kommunurnar og landið eru vorðin samd um, hvussu útreiðslurnar til stóru umvælingina skulu býtast. Men nú vil landsstýriskvinnan í almannamálum sleppa at brúka hálva aðru millión uttan um hesar treytirnar.

Umvæla alt fyri eitt

Frágreiðing um átroðkandi umvælingar er gjørd í juli, eftir at Arbeiðseftirlitið staðfesti sopp og kravdi, at viðurskiftini verða kannað alt fyri eitt. Landsverk staðfesti í juli, at umvælingar eiga at verða gjørdar alt fyri eitt.

Rýmingarleiðir skulu umvælast, og partur av tekjuni má skiftast, meðan veður enn er til slíkt arbeiði. Vánaligt luftskifti og soppur í køkinum krevja eisini umvælingar alt fyri eitt. Landsverk metir, at hetta kostar 1,5 mió. kr. Uppskot um eykajáttan verður væntandi lagt fram á tingfundinum í dag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 28. oktober
Mono - 4. sending. 281026
215537
Mikudag 28. oktober
Aftaná - Partur 3: Kroppurin
215433
Mikudag 28. oktober
Eitt korter við klassiskum
215520
Týsdag 27. oktober
Norðurlandaráðsfundur og val í Ísrael
215449
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 29. oktober
BIRITA
215462
Mikudag 28. oktober
Einabúgvin í Kvívíksskor
215485
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215541
Mikudag 28. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
215542